Vælkomin!
Mær dámar sera væl at hava við fólk at gera, og havi altíð havt áhuga fyri tí alternativa. Í 2016/2017 fór eg undir at læra holistiska energiterapi hjá Katrinu Birk. Hetta var ein sonn uppliving og ein spennandi ferð við nógvum lærdómi.
Holistisk energiterapi er ein viðgerðarháttur, sum er settur saman av ymiskum teknikkum – kraniosakral, zoneterapi, eft, akupressurmassagu, meridianmassagu, cuppingmassagu og energiarbeiði. Støðið verður tikið í tær, og viðgerðin verður snikkað júst til tín. Um tú hevur eitt hvørt kropsligt ella sinnisligt at dragast við, ella bara vilt taka tær væl av tær sjálvum, er holistisk energiterapi eitt gott boð.
Eg vil fegin hjálpa tær at fáa tað betri, og gleði meg at taka ímóti tær í Lýsa.